Jólahugni - ung

Sjálvandi skulu vit gera okkurt hugnaligt, áðrenn vit fara í jólafrí. Vit eru komin ásamt um, at kakao og bollar er tað sum tiltalar mest:)

So mánadagin 16. desember hugna vit okkum við kakao og bollum - kanska vit finna uppá okkurt stuttligt eisini. Um tú hevur hug at koma við onkrum, so ert tú hjartaliga vælkomin - kanska tú eigur ein sang, tú hevur hug at spæla.....eina sketch, eina stuttliga søgu, ein dans......ella okkurt heilt annað?:)

Í øllum førum, so vóna vit at síggja øll okkara ungu hetta kvøldið:)

Byrjar:
16.12.2019 - KL. 21:00

Komandi tiltøk

03 mai
2024
Slappa av við Signu
Vit fara at slappa eitt sindur av við onkrum fittligum venjingum, so vit eru klár til vikuskiftið Kom ein túr framvið og chilla við Signu eina løtu
03 mai
2024
VER SAMAN - Kafe
Í dag skipa børnini fyri kafe fyri foreldrum, systkjum, ommum, abbum, gummum, gubbum og øllum øðrum, sum hava hug til okkurt lekkurt úr kafeini. Kafein verður opin fríggjadagin frá kl. 17.00 til 19.00, og hóast matskráin og príslistin ikki er orduliga klárur enn, so kunnu vit avdúka, at her heilt s…
09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt